Nevndin í p/f Eystur- og Sandoyartunlar hevur avgjørt at seta Teit Samuelsen sum stjóra í felagnum. Hesum boðar nevndin frá í fráboðan til fjølmiðlarnar í dag.
Í gjár bórust tíðindini, at Teitur Samuelsen hevði sagt seg úr starvi á Bakkafrost, tí hann var farin í annað starv, og nú hevur nevndin í p/f Eystur- og Sandoyrtunlar boðað frá, at Teitur Samuelsen verður stjóri í felagnum.
Teitur Samuelsen er 42 ára gamal, og er útbúgvin Cand. Merc. Aud.
Seinastu 5 árini hevur Teitur starvast sum fíggjarstjóri hjá p/f Bakkafrost. Teitur Samuelsen tekur við starvinum so skjótt hann er leysur av sínum starvi hjá p/f Bakkafrost. Áðrenn hann fór til Bakkafrost, var hann fíggjarstjóri hjá Atlantic Petroleum og áðrenn hetta starvaðist hann hjá DONG.
Les eisini Teitur Samuelsen gevst í Bakkafrost
Les eisini Mær hevur dámað avbera væl á Bakkafrost
Les eisini Kom óvart á