Teitur Samuelsen gevst í Bakkafrost

Bakkafrost boðar í tíðindaskrivi í kvøld frá, at Teitur Samuelsen hevur sagt seg úr starvi sum fíggjareiðari.

Bakkafrost boðar í tíðindaskrivi í kvøld frá, at Teitur Samuelsen hevur sagt seg úr starvi sum fíggjareiðari.

 

Teitur Samuelsen fer í annað starv, verður boðað frá. 

 

Bakkafrost fer beinanvegin undir, at finna ein avloysara. Leiðslan og Teitur Samuelsen er komin ásamd um, at hann skal vera felagnum til taks eina tíð, fyri at tryggja, at skiftið yvir til nýggjan fíggjarleiðara gongur so væl sum gjørligt.

 

Teitur Samuelsen hevur starvast í Bakkafrost síðani 2009.