Í sambandi við hesa útgávuna verða tvær konsertir við Teiti um vikuskiftið. Onnur konsertin verður leygarkvøldið klokkan 21 í Meiarínum í Havn, meðan hin verður sunnukvøldið klokkan 21.00 í Losjuni í Gøtu. Henda seinna konsertin er í sambandi við gøtustevnuna.
Á fløguni eru 10 nýggj føroysk løg, sum eru skrivað og framførd av Teiti Lassen. Útgávan er framleidd av Niclas Johannesen og Lehnert Kjeldsen.
Við á konsertini hevur Teitur nakrar hjálpar tónleikar. Umframt seg sjálvan á sang og gittar, spælir Mikael Blak bass, Valentin Cora, gittar og Brandur Jacobsen trummur.











