Aftaná dystin millum HB og Skála, sum HB vann 2-0 fekk Tróndur Arge hjá in.fo/Rás2 orðið á Teit R. Joensen, liðskipara hjá Skála.
Teitur R. Joensen ergrar seg um manglandi effektivitetinum hjá Skála, sum kundi givið Skála bæði stig og mál í dag. Og hann ásannar, at effektiviteturin er tann stóri munurin millum Skála og HB. Kortini er Teitur sannførdur um, at Skála eisini verður at finna í effodeildini komandi ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Teitur R. Joensen segði við Trónd Arge, aftaná dystin millum HB og Skála.









