Teitur Lassen hevur framleitt og tilrættislagt eina franska fløgu við heitinum ?Le Cheshire Cat Et Moi?. Fløgan fór beinleiðis inn á fyrsta pláss á franska iTunes hitlistanum. Hóast tíð er liðin, síðani vit hava hoyrt nakað frá Teiti Lassen, so hevur hann kortini havt úr at gera.
Hann hevur nevniliga framleitt og tilrættislagt fløguna hjá fronsku Nolween Leroys við heitinum ?Le Cheshire Cat Et Moi?.
Fløgan kom út í Fraklandi beint áðrenn jól, og fór inn á eitt beinleiðis fyrsta pláss á franska iTunes hitlistanum. Eisini fekk fløgan sera góð ummæli. Fløgan er fyri tað mesta á fronskum, og er tískil bert at fáa í Fraklandi, Belgia og Kanada.
Fløgan hevur tó nøkur ensk løg, millum annað eina øðrvísi tulking av lagnum hjá Teiti: ? You Get Me?, sum var á fløguni ?Stay Under The Stars? som kom út í 2006.
- Søgan um Nolween er, at hon var til eina konsert hjá mær í Central Park í New York. Síðan tá hava vit hittst nakrar ferðir, og at enda hjálpti eg henni á leið við eitt nú at geva henni tey røttu sambondini, og síðani við at framleiða og tilrættisleggja hennara fløgu, sigur Teitur Lassen.
Eftir ætlan fer Teitur Lassen at útgeva enn eina fløgu í heyst.










