Teitur og Sigmund ætla sær tvey stig í Kollafirði

Í morgin fer Rás2 fyri fyrstu ferð nakrantíð at siga frá einum landskappingardysti í hondbólti, tá Tróndur Arge og Birgir Hansen fara at siga frá dystinum millum KÍF og H71 í høllini í Kollafirði.

 

Fyrstu ferð liðini hittust í Hoyvíkshøllini hetta kappingarárið 7. oktober, vann KÍF 31-27. Tá liðini spældu tríggjar FM-finalur í apríl mánað vann H71 báðar FM-finalurnar í Kollafirði.

 

Teitur Joensen úr KÍF og Sigmund Dahl úr H71 vitjaðu seinnapartssendingina hjá Rás2 fríggjadagin, har báðir undirstrikaðu, at teir ætla sær tvey stig í dystinum sunnudagin.

 

Teitur Joensen segði eisini, at nú er tíð uppá hjá teimum at fáa meira burturúr á heimavølli.

 

Tað ber til at hoyta prátið við Sigmund Dahl og Teit Joensen undir greinini.