Teitur Lassen við á danskari fløgu

Danska felagið ROSA hevur tikið tveir sangir hjá Teitur Lassen við á eina fløgu, sum skal marknaðarføra danskan tónleik í útlandinum

Fyrrverandi sangarin í føroyska rockbólkinum Mark No Limits stendur nú á egnum beinum, og tað stendur hann seg so væl við, at hann er komin við á eina fløgu, sum skal marknaðarføra danskan tónleik í útlandinum.

Tað er danska felagið ROSA (Dansk Rock Samråd), sum stendur fyri útgávuni, og sum verður send kring heimin fyri at gera reklamu fyri danskan tónleik.

Teitur Lassen er rættiliga komin inn í hitan hjá ROSA, og hann hevur áður luttikið á sokallaða Spot-festivalinum, sum felagsskapurin eisini skipar fyri.


Vónar at kunna

liva av tónleiki

Ta ferðina gekk tað Teituri so væl, at hann næstan rodnaði, tá hann læs ummli av síni framførslu í danska dagblaðnum Politiken.

Teitur Lassen, sum er í Føroyum í løtuni, ætlar sær at satsa uppá tónleikin næstu tíðina.

? Eg gjørdi nógv við tónleikin, tá eg spældi í Mark No Limits, og eisini eftir at vit góvust við bólkinum, havi eg brúkt nógva tíð uppá tónleik. Nú ætli eg mær at finna út av, um eg kann liva av tónleikinum, sigur Teitur Lassen.

Hann er spentur uppá, hvat fløgan hjá ROSA kann avrikað í útlandinum, men í øllum førðum ætlar hann at leggja seg eftir at koma fram sum sangari og sangskrivari.