Teitur Lassen skal í komandi mánaði hava fleiri framførslur í Danmark. Teitur skal eitt nú spæla í Tivoli í Keypmannahavn.
Teitur Lassen, sum er fløguaktuellur, hevur júst havt tvær framførslu í Danmark, men í september verður hann aftur at hoyra ymsastaðni í Danmark.
19. september verður fyrsta konsertin í eini røð, og tá spælir Teitur í Viften í Rødovre. Fríggjakvøldið 20. september hevur Teitur konsert í Glassalinum í Tivoli í Keypmannahavn.
Eftir tað fer Teitur eisini á pall í Skråen í Aalborg, Train í Aarhus, Sønderborghus í Sønderborg, Posten í Odense og í Det Bruunske Pakhus í Fredericia.