Teitur í spennandi samstarvi

Teitur hevur samstarvað við amerikumann um einstaka konsert.

Teitur hevur seinastu dagarnar samstarvað við Matthew E. White.

 

Teir hava hildið til í Albertslund í Danmark og í gjár endaði samstarvið við konsert. Endamálið við samstarvinum var henda eina konsertin. Hetta er fyrsta royndin í Suburban Summit ætlanini, har tveir ymiskir tónleikarar samstarva og spæla síni løg og annars lata kreativu orkuna gera av, hvat samstarvið endar við á endaligu framførsluni.

 

Tónleikatíðarritið Gaffa hevur myndarøð frá konsertini við Teiti og Matthew E. White í Forbrændingen í Albertslund. Røðin sæst her: http://gaffa.dk/nyhed/103591