Teitur hevur skapt eitt meistaraverk

Teitur hevur á Stay Under The Stars saman við bólki sínum og svenska framleiðaranum Martin Terefe skapt ein varða í føroyskari tónleikasøgu og eina fløgu, ið ljóðar sum ein dreymur.

Ummæli

Síðan Teitur herfyri boðaði frá, at nýggja fløgan kom 1. mai, havi eg við spenningi bíða eftir at fáa fløguna, og tá eg í farnu viku fekk hendur á henni, var tað sum jólaaftan, tá eg var barn. Eg var ómetaliga spentur.
Mær dámdi øgiliga væl Poetry & Aeroplanes, og havi havt gleðina at ummæla nógvar konsertir við Teitur seinastu árini. So eg kendi longu væl nógv av løgunum á nýggju fløguni, og samanumtikið dámdi mær tey munandi betur enn løgini á fyrru fløguni.
Eg var eisini spentur, at hoyra hvat svenski framleiðarin Martin Terefe hevði fingið burtur úr løgunum. Europe sangarin Joey Tempest, tosaði sera jaliga um Terefe, tá eg tosaði við hann í sambandi við G!Festivalin í fjør, og segði mær longu tá, at Terefe gleddi seg til at arbeiða við Teitur.
 
Frálík fløga
Ofta verður tú skuffaður, tá tú ert so spentur. Men nú eftir at hava lurta eftir Stay Under The Stars í eina góða viku, er spenningurin avloystur av gleði um hesa frálíku fløgu. 13 ordiliga góð løg, sungin og spæld við nógvari innliving, meistarliga løgd til rættis og ljóðblandaði til eitt 13 tal. Eg fari at leggja høvdið á blokkin og siga, at eingin føroysk fløga hevur ljóðað betur enn hendan. Ljóðblandingin er heit og bindur eina sera fjøllbroytta fløgu saman, tó uttan at gloyma at geva ymisku løgunum sín egna dám.
Í framleiðsluni hevur tað eydnast teimum, at fanga nakað av tí, ið ger Teitur so góðan á konsertum. Her er eitt sindur meira av kanti, enn á tí sera vøkru Poetry & Aeroplanes, og tað klæðir tónleikinum. Hetta er eftir øllum at døma úrslit av, at fløgan er tikin upp við bólkinum, ið Teitur hevur spælt saman við seinastu árini, Derek Murphy á trummum og Mikael Blak á bassi. Teir hava saman brýnt løgini á konsertum og hetta hoyrist.
Teir eru grundin, ið saman við Teitur bindur ljóðmyndina saman. Síðan er alt kryddað væl við gestatónleikarum og strúkarum, ið lyfta tónleikin uppaftur hægri.
 
All the lonely people
Nógv av løgunum á fløguni eru partar av einum tema, ið Teitur hevur arbeitt við. Við støði í spurninginum, ið The Beatles spurdu, um hvar øll hesi einsamøllu fólkini komu frá, hevur Teitur leitað  eftir, hvar tey eru blivin av. Burtur úr hesum eru komnar nakrar óvanliga vakrar løtulýsingar av upplivingum hjá einsamøllum fólki. Her eru løg sum I Run The Carousel, Thief About To Break In, Hitchhiker  og Waiting For Mars To Come Out, sum øll eru í serflokki. Sera ymisk løg, har tónleikurin málar upplivingina og skapar kenslurnar, ið liggja millum reglurnar í tekstinum. Her kunnu vit t.d. nevna kensluna av at vera mældur runt í I Run The Carousel og ófrættakenda kenslan av onkrum demoniskum í Hitchhiker.

Á rundferð í tónleikagreinum
Fløgan er, sum áður nevnt, sera fjøllbroytt, men tó uttan at virka stílforvirra. Teitur tykist at brúka, sum honum lystir burturav tónleikagreinum, men tó altíð í einum greiðum Teitur hami. Hetta hoyrist t.d. á Boy, She Can Sing, ið er eitt slag av ballingar kontri og blús, ið mest minnir meg um danan Rune T. Kidde, tó sungið munandi vakrari enn Kidde megnar. Tað er júst røddin hjá Teitur, ið er eitt tað besta við hesi fløguni, hann syngur søgur og tú fært hug til at lurta. Hann er ein trubadurur, ið veruliga traðkar í karakter og gevur tónleikinum lív.
 
Áheitan á Louis Armstrong
Fyrsta stakfløgan av fløguni er Louis Louis, ið er ein áheitan á Louis Armstrong um at koma aftur og bjarga tónleikinum. Á konsertum havi eg fleiri ferðir mett hetta lagið at vera eitt tað veikasta av teimum nýggju løgunum og samstundis eitt lag, ið ikki passar serliga væl saman við hinum løgunum. Men eg noyðist at eta míni orð. Lagið er stutt sagt frálíkt á fløguni, tað er fangandi og riggar sera væl. Í fjøllbroyttu heildarmyndini er lagið ein passandi og stuttligur biti. Tá eg vaknaði í morgun sang eg Louis Louis innantanna, tað gjørdi eg eisini í gjáramorgunin.
 
Nógv hæddarpunkt
Stay Under The Stars er á tremur við hæddarpunktum, friðarliga og inniliga tolkingin av Great Balls Of Fire, ið veruliga vísir hvussu svakur sangurin er, er eitt gott boð uppá eitt heimsumfatandi hitt, men tað eru tað so nógv løg, ið eru. T.d. allar løtulýsingarnar av einsamøllum fólkum. Her eru tað Waiting For Mars To Come Out, Hitchhiker og Thief About To Break In, ið tosa serliga sterkt við meg, hetta seinasta lagið er heilt fantastiskt. Men á hesi fløgu er tað er stórur vandi fyri, at ein listi av hæddarpunktum gerst ein uppramsan av øllum løgunum. Nokkso sigandi er tað, at lagið Baby You Dont Ever Have To See Me Again hevur fingið lagnuna sum loynilag á fløguni. 31375 fólk høvdu, tá hetta ummælið var skrivað í morgun, lurtað eftir hesum lagi á myspace profilinum hjá Teitur, samstundis, sum Teitur valdi at spæla júst hetta lag í sjónvarpssendingini Go Morgen Danmark á TV2.
 
Lítið av ífyllu
Einastu løgini, ið tykjast sum eitt sindur sum ífylla eru Night Time Works og Umbrellas In The Rain, ið á onkran hátt tykjast heldur anonym í mun til hini løgini á fløguni. Tey liggja eisini millum tvey sera sterk løg  Great Balls Of Fire og  veitslukenda Boy, She Can Sing. Men í mun til nógvar fløgur er langt ímillum veikleikarnar. Teitur er ein guðsbegávaður sangskrivari, og hetta hoyrist aftur á hvørjum lagi. Samanumtikið er hetta eitt meistaraverk í heimsflokki og eini varði í føroyskari tónleikasøgu.