Teitur hevur sett nýtt met

HB málverjin tók í dag dystarmetið í HB frá Andrew av Fløtum

Mynd: HB

Í dag vann HB 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hetta var sætti sigurin á rað hjá HB.

 

Sum hann hevur gjørt mest sum í øllum dystum nógvu tey seinastu árini, so vardi Teitur Matras Gestsson eisini í dag HB málið. HB veit at siga, at Teitur Matras Gestsson í dag tók dystarmetið í at umboða besta HB liðið í landskappingini.

 

Dysturin í dag var nummar 295 hjá Teiti. Tað er met, tí frammanundan átti Andrew av Fløtum metið við 294 landskappingardystum fyri HB í bestu deildini.

 

Tað var ólavsøkudag í 2011, at Teitur fyrstu ferð vardi HB málið í landskappingini. Tað var í málleysum javnleiki ímóti NSÍ. Andrew av Fløtum var millum liðfelagarnar.

 

Teitur Matras Gestsson er føddur 19. august í 1992 og fylti í næstsíðstu viku 30 ár.

 

Andrew av Fløtum var á HB liðnum frá 1996 til 2017.

 

Mynd: HB