Teitur: Hetta er so p....súrt (FM1)

(FM1) Hoyr ein vónsviknan landsliðsmálverja samanfata enn eitt keðiligt tepurt tap á Tòrsvølli

##med2##

 

- Hetta er so p....súrt, eg havi ikki orð fyri hesum. Orðini eigur ein vónbrotin føroyskur landsliðsmálverji, Teitur Matras Gestsson aftaná harmiliga 0-1 tapið uppá eitt rættiliga ivasamt sigursmál hjá Lyndon Dykes í 86. minutti.

 

Teitur Matras Gestsson heldur dystin í kvøld vera rættiliga átøkan dystin móti Danmark, har mótstøðuliðið megnar at knógva ein tepran 1-0 sigur heim. Teitur helt seg avgjørt síggja, at Lyndon Dykes rakti bóltin við hondini. 

 

Teitur staðfestir eisini hvussu dýrt tað er, at vit ikki fáa mál uppá okkara málmøguleikar.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Teit Matras Gestsson aftaná 0-1 tapið fyri Skotlandi. 

 

Føroyar – Skotland 0-1 (0-0)

 

0-1: Lyndon Dykes 86. 

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Hørður Askham, 58.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Petur Knudsen, 59.) – Hallur Hansson (John Frederiksen, 91.), Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 93.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson

 

Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze