Hóast bert nakrir mánaðir eru farnir, síðan seinasta fløgan hjá Teiti, ?Káta hornið?, kom út, er Teitur nú klárur til at byrja við at innspæla eina nýggja fløgu. Í oktober mánaði fer Teitur Lassen til Gotlands, fyri at innspæla nýggju og fjóðru fløgu sína ?Laughter in an Empty Room?. Íblásturin til hetta navnið, sigur Teitur á heimasíðuni hjá sær teitur.com, er komin við tað, at hann roknar við, at tónleikurin fer at ljóða just soleiðis ? sum látur í einum tómum rúmi.
Teitur roknar við, at hann fær góðar stundir at skriva nýggj løg í Gotlandi og hann væntar at verða sera inspireraður av vøkru náttúruni har.
Hesa ferð fer Teitur at framleiða fløgu sína sjálvur.
?Laughter in an Empty Room? kemur væntandi út í februar 2008.










