Teitur ger film

Teitur er við at leggja síðstu hond á ein film, ið eitur Story Music, filmurin er tikin upp í Føroyum í sambandi við upptøkurnar av fløguna við sama navnið, ið Teitur gav út í summar.

Teitur Lassen er við at leggja síðstu hond á ein film, ið eitur Story Music, filmurin er tikin upp í Føroyum í sambandi við upptøkurnar av fløguna við sama navnið, ið Teitur gav út í summar.

Sambært youtube síðuni hjá Arlo and Betty, ið er plátufelagið hjá Teiti, er talan um ein interaktivan film, ið kemur skjótt. Filmurin hevur m.a. brot úr øllum løgunum av fløguni.

Upptøkurnar vísa myndir av føroyingum og Føroyum, umframt sjálvandi upptøkurnar av fløguni og samrøður við Teit.

Hygg at smakksroynd av filminum omanfyri.