Teitur fer eftir tí einfalda

Teitur fer í næstum spæla jólakonsertir, har hann leggur seg eftir at gera tónleikin einfaldari og sjónligari samanborið við fløguna. ? Mín tónleikur snýr seg um sangir og ljóð, so vit hava hvørki videoskermar ella konfetti, sigur Teitur við danska tónleikablaðið Gaffa.

 

Við Gaffa sigur Teitur, at hann á jólakonsertunum, sum vera í Århus og Keypmannahavn, í høvuðsheitum fer at spæla løg av nýggju fløguni. Teitur greiðir annars frá, at hann hevur vant saman við bólki sínum í einum summarhúsi í Tisvildeleje undan jólakonsertunum, sum vera 6. og 7. desember.

 

Les samrøðuna, Gaffa hevur gjørt við Teit HER