Loksins er ein loftbrúgv fingin í lag til føroysk listafólk, eftir áralangt kjak og fyrireiking, ið ikki tóktist enda við nøkrum ítøkiligum.
Loftbrúgvin gjørdist í gjár veruleiki. Talan er um eina samstarvsavtalu millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið, sum í fyrstu syftu verður galdandi í 2015. Fyrsta árið leggja partarnir tilsamans eina millión krónur í stuðulsskipanina – 250.000 krónur í part.
Og føroysk listafólk, sum í alsamt størri mun virka í útlondum, fegnast um loftbrúnna.
Ein teirra er Teitur Lassen. Teitur er tónleikari og spælir nógv uttanfyri landoddarnar.
- Eg eri sera glaður um loftbrúnna. Tað er alneyðugt. Eg var sera glaður um at hoyra tíðindi, men samstundis eitt sindur vónbrotin at lesa viðmerkingarnar hjá føroyingum undir greinini um nýggju loftbrúnna. Eg haldi, at hetta er eitt gott høvi hjá okkum at tosa um og greiða føroyingum frá, hví vit skullu hava eina loftbrúgv til listafólk, sigur Teitur.
- Í november var eg í Týsklandi og spældi 11 konsertir saman við Tinu Dickow. Kanska skal eg kalla tað lýsingarferð, heldur enn konsertferð. Tað er ein munur á, tá eg fari uttanlanda í arbeiðisørindum, og tá ein elektrikari ella ein sjómaður fer til útlandið at vinna: - Eg fekk onga samsyning afturfyri og var burturstaddur í 3 vikur. - 15.000 týskarar fóru úr stólinum heimanífrá, út at lurta eftir tónleiki. - Teitur og Føroyar vóru nevndar í stórum týskum tíðindastovnum.- 11 konsertstøð í Týsklandi vóru aktiverað við arbeiðisfólki og sølu.
Millum annað soleiðis fungerar tónleikavinnan uttanlanda, og vit skulu spyrja okkum sjálvi, um vit vilja vera við í altjóða tónleikavinnuni, ella ikki, sigur Teitur.
- Eg tók ongar føroyingar við mær til arbeiðis í november, ella nú í desember, tí eg havi ikki ráð at gjalda teimum ferðaseðil. Stutt og greitt havi eg sum listafólk selt ófatuliga nógv meiri lýsingar, ferðafólk og tíðindafólk til Føroyar seinastu 15 árini, enn nakar sjómaður ella elektrikari. Og listafólk eru ímillum tey lægst løntu í samfelagnum, staðfestir Teitur.
- Tillukku við loftbrúnni. Eg vóni at hon er væl skrúvað saman, sigur Teitur í viðmerking til nýggju loftbrúnna til føroysk listafólk.
Mynd: Paw Gissel