Teitur fær rós og stjørnur í Berlingske

Norðurlendsk melankoli við sjarmu, verður sagt í ummæli av nýggju fløguni hjá Teiti.

 

Ummælarin í Berlinske, www.b.dk, er nøgdur og sigur, at Teitur hevur verið víða og føroyingar kunnu vera stoltir av honum.

 

Og eins og ummælarin í Gaffa, so leggur ummælarin til merkis, at Teitur er heima aftur, og hevur innspælt á fyrrverandi ísvirki, men hetta hevur ikki gjørt góðskuna verri, staðfestir ummælarin.

 

Mett verður í ummælinum í Berlingske, at Teitur við útgávuni Story Music slær fast, at evnir, talent og ambitiónir eru yvir miðal, bæði í heimligum høpi í Føroyum, og tá tað snýr seg um stóru verð.

 

Teitur fær 4 av seks møguligum stjørnum.

 

Sostatt eru ummælararnir í Gaffa og í Berlingske samdir um 4 stjørnur.