Teitur fær heimskenda hjálp

Heimskendur sangari hevur skrivað sang saman við Teiti Lassen

Teitur Lassen er ávegis við nýggjari útgávu, sum hevur fingið heitið »I Want to be Kind«. Almenni útgávudagurin er 8. juni.

Teitur hevur samstarvað við aðrar tónleikar og tónaskald um nakrar sangir. Heitissangurin er gjørdur saman við sangaranum Aloe Blacc, sum mong munnu kenna fyri hittið »I Need a Dollar« og fyri Avicii-samstarvið »Wake Me Up«.

Gaffa skrivar, at Teitur Lassen hitti Aloe Blacc til eina sonevnda Ted Talk ráðstevnu, og har kom samstarvið teirra millum í lag.

Teitur hevur gjørt innspælingarnar í kenda Reservoir Studios í New York, har stjørnur sum David Bowie og Lou Reed hava havt sína gongd. Tónleikurin er framleiddur saman við Thomas Bartlett, sum eisini gongur undir listanavninum Doveman, og Patrick Dillet, sum hevur vunnið Grammy heiðursløn, hevur ljóðblandað tónleikin.