##med2##
Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Spania, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil ikki avdúka hvørjir byrjar, men venjingin gav greiðar ábendingar um liðið.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Millum teirra, sum síggja út til at fáa møguleikan er Teitur M. Gestsson. Gunnar Nielsen er skaddur og málverjin hjá HB hevur í fleiri ár verið eykamálverji. Nú er hann til reiðar at traðka til, um hann fær møguleikan.
- Eg fái einki sagt enn. Vit mugu bíða til í morgin fyri at vita um eg byrji inni. Tað er øðrvísi hesa ferð enn tað hevur verið undanfarnu seks árini ella so. Eg havi altíð roynt at verið klárur, um eg skal inn, men nú er Gunnar so óheppin at hann hevur brotið hondina. Nú mugu vit tríggir verða klárar og vita hvør fær kjansin. Tað er spennandi, sigur Teitur M. Gestsson við FM1.
Hoyr samrøðuna við málverjan við at trýsta á pílin undir høvðumyndini. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.
##med3##