Teitur er bestur

Planetina fyri at verða besti bólkur ella einstaklingur í 2006 fekk Teitur, sum fer á nýggja konsertferð í útlandinum í dag.

Teitur er ikki longur bert ein einstaklingur, men ein heilur bólkur. Men meðan sangarin Teitur Lassen var í London og fyrireikaði konsertferðina, var bassleikarin í bólkinum Mikael Blak á Planet Awards. Hann tók tí ímóti planetini.að er vert at bíta merki í, at Mikael Blak í fjør tók ímóti somu heiðursløn, sum limur í 200.
Teitur varð valdur fram um júst 200, Deja Vu, Høgna Lisberg og Týr.
Kappingin var hørð millum hesi sterku tónleikanøvnini, men tað var kanska ikki heilt óvæntað, at tað var Teitur, sum vann planetina.