HB tapti í gjár toppdystin móti KÍ í Klaksvík 2-0. Við hesum er vónin, um at bjóða KÍ upp til dans um FM-heitið, farin. Ein av teimum, sum ikki var á vøllinum, var Teitur M. Gestsson. Hann fekk ein skaða í landsdystinum móti Kekkia.
- Eg rendi saman við Odmari Færø og fekk okkurt í lærið. Eg spældi móti Albania, men til eina venjing fór alt upp og eg fekk ein ordiliga pínu. Eg ætli mær at spæla í Evropa móti Derry City, sigur Teitur M. Gestsson.
HB er á triðja plássi í Betri deildini og í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. HB skal spæla móti írska Derry City í UEFA Conference League. Fyrri dysturin verður hósdagin 13. juli í Gundadali.
1 | KÍ | 16 | 16 | 0 | 0 | 44 | 8 | 36 | 48 | |
2 | B36 | 16 | 12 | 0 | 4 | 34 | 15 | 19 | 36 | |
3 | HB | 16 | 11 | 2 | 3 | 37 | 10 | 27 | 35 | |
4 | Víkingur | 16 | 8 | 3 | 5 | 35 | 18 | 17 | 27 | |
5 | 07 Vestur | 15 | 7 | 1 | 7 | 24 | 24 | 0 | 22 | |
6 | TB | 15 | 4 | 3 | 8 | 11 | 33 | -22 | 15 | |
7 | EB/S | 15 | 4 | 1 | 10 | 11 | 28 | -17 | 13 | |
8 | B68 | 15 | 2 | 5 | 8 | 13 | 27 | -14 | 11 | |
9 | ÍF | 15 | 3 | 0 | 12 | 12 | 36 | -24 | 9 | |
10 | AB | 15 | 2 | 1 | 12 | 9 | 31 | -22 | 7 |