Teitur á CNN og Hard Rock Café

Hóast fokus nú er sett á Teit í Danmark, við heiðurslønini sum besti sangari so ber fyribils ikki til, at leggja nakrar aðrar konsertir til rættis í Danmark, enn tær 10, sum longu eru á skránni. Hetta kemst fyrst og fremst av, at skráin hjá Teiti er somikið full við konsertum í USA, Onglandi, Avstralia og Íslandi. Í løtuni er Teitur í USA, har hann í morgin skal gera samrøðu við CNN í New York um tónleik sín.

 

- Tá Teitur gav fyrru fløguna út, gjørdi CNN eina feature um Teit. Hesin var sendur á stóru heimsumfatandi sjónvarpsrásini, umframt at hann lá á heimasíðuni hjá CNN, ið er tann 12. størsta heimasíðan í USA. Tað er tann sama sjónvarpskvinnan, ið gjørdi ta sendingina, ið ger samrøðuna í morgin. Hetta er sjálvandi sera spennandi fyri okkum. Men har er eisini nógv annað á skránni, í gjár var Teitur t.d. á eini stórari útvarpsrás. Seinastu dagarnar hevur Teitur í samstarvi við Hard Rock Café spælt nakrar konsertir fyri vælgerandi endamál. Hetta kemst av, at fólkini, ið eiga Hard Rock Café ketuna, dáma væl Teit. Tey hava tí heitt á hann, um at spæla 3 konsertir til frama fyri okkurt vælgerandi, so tað er eisini eitt samstarv, ið kann gerast sera spennandi, greiðir Christian Ulf-Hansen umboðsmaður hjá Teiti frá.