Sunnudagin var annar partur av donsku sendirøðini "Toppen af Poppen" sendur, og tá var Teitur Lassen millum tónleikararnar í sendingini.
Konseptið í sendingini er, at kendir tónleikarar í kongaríkinum hittast fyri at tulka sangirnar hjá hvørjum øðrum.
Í sendingini í gjár sóu vit millum annað Teit framføra eitt lag hjá Anniku Aakjær, sum sjálv er stórur fjeppari av Teiti. Hann sang lagið "Alt Hvad Jeg Vil Sige", og tað sást týðuliga, at danska sangarinnan var nøgd og imponerað av tulkingini hjá Teiti.
Hæddarpunktið í partinum sunnudagin var nokk, tá danska popp-stjørnan Mads Langer tulkaði "I Was Just Thinking" hjá Teiti. Mads Langer hevur áður givið eldri sangum nýtt lív við sínum inniligu tulkingum í Toppen af Poppen, og hesa ferð var einki undantak.
Longu nú sæst á sølutorginum hjá iTunes, at tulkingin hjá Mads Langer hevur fingið bein at ganga á. "I Was Just Thinking" liggur nevniliga nummar 14 á topp 100 listanum av best seldu sangum í Danmark í løtuni. Samstundis sæst, at originala útgávan hjá Teiti av "I Was Just Thinking" frá 2003 hevur fingið eitt "boost" og liggur nummar 34, meðan "Josephine" liggur nummar 60.
Teitursa tulking av "Alt Hvad Jeg Vil Sige" hjá Anniku Aakjær er eisini væl umtókt og liggur nummar 51.
Og útgávan "Toppen af Poppen 2020" við øllum løgunum frá sunnudegnum liggur nummar 1 á listanum yvir best umtóktu útgávur:
##med2##
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Teitur er við í Toppen af Poppen. Hann var eisini við í undanfarnu sesong, har hann veruliga slóð sítt navn fast í Danmark á nýggjum. Hann vann hjørtuni á nógvum dønum við sínum originalu tulkingum av sangum hjá eitt nú Medinu, Anders Blichfeldt og Kwamie Liv.
Tú kanst hoyra og síggja Mads Langer tulka "I Was Just Thinking" HER.
Og HER kanst tú síggja Teit tulka "Alt Hvad Jeg Vil Sige" hjá Anniku Aakjær.