Føroyski tónleikarin Teitur Lassen hevur nú lagt leiðina aftur til Norðuramerika, har hann skal spæla nógv næstu tíðina.
Teitur hevur seinastu vikurnar verið í Europa og spælt, og umframt framførslur í Norðurlondum, hevur hann eisini spælt í Hollandi og í Onglandi.
Teitur hevði fleiri konsertir í Danmark, og har vóru nógvir føroyingar og lýddu á. Men tað vóru ikki bara landsmenn hjá Teiti, sum vildu sleppa at hoyra hann, tí áhugin fyri tónleikin hjá honum er vaksandi allastaðni.
Teitur hevur onkrar framførslur í Kanada í hesi vikuni, og síðani skal hann spæla mest sum hvønn dag komandi mánaðin ymsastaðni í USA.
Teitur kemur aftur til Føroya seinni í ár, og tá skal hann spæla á Listastevnuni.










