HB hevur í kvøld kunngjørt, at Teit Jacobsen er komin aftur til barndómsfelagið, eftir eitt skaðaplága tíðarskeið í SønderjyskE. Teit Jacobsen hevur tvær ferðir slitið krossbandið.
Sum skilst, so verður væntað at Teit Jacobsen kann spæla um átta til tólv vikur. Hann er í løtuni við at koma fyri seg, eftir at krossbandið fór fyri aðru ferð.
In.fo hevur síðani Teit Jacobsen gavst í Sønderjyske, sett kvika vongin í samband við barndómsfelagið. Hann hevur verið burturstaddur í eina tíð, men so skjótt hann kom til landið hevur HB arbeitt við at fáa gjørt ein sáttmála við Teit Jacobsen.