Teit aftur slitið krossbandið

Teit Jacobsen spælir ikki aftur í ár

21 ára gamli Teit Jacobsen, sum spælir við Sønderjyske í Danmark, hevur aftur slitið krossbandið. Sønderjyske boðar frá, at hann ikki spælir aftur í ár. Teit Jacobsen hevur júst sitið uttanfyri í eitt heilt ár við sama skaða.

Havnarmaðurin sleit krossbandið á fyrsta sinni um hetta mundi í fjør, tá hann var útleigaður til HB. Síðani hevur hann verið til uppvenjing og er júst blivin klárur aftur. Sønderjyske skrivar at tað hendi til venjing og talan var um eitt hendiligt óhapp.

Sønderjyske boðar eisini frá, at liðskiparin í felagnum hevur fingið somu ringu boð. Marc Pedersen má eisini sita uttanfyri restina av árinum.