Teistin verður klárur fríggjadagin

Ferðafólk á Sandoyarleiðini kunna gleða seg til fríggjadagin, tí tá verður Teistin aftur settur í sigling á Sandoyarleiðini. Tað upplýsir Strandferðslan á heimasíðu síni.


- Teistin røkir aftur siglingina á Sandoyarleiðini frá fríggjadegnum 8. juni klokkan 06.45. Teistin røkir leiðina við øktum túratali til og við leigubáturin Issehoved fer av Hestleiðini aftur tann 20. juni, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.


Stovnurin boðar eisini frá, at bíleggingarskipanin verður virkin aftur frá fríggjadegnum av, men at farmatúrarnir klokkan 8.45 eru ikki knýttir at bíleggingarskipanini.


Ternan verður tó ikki sett í sigling aftur beinanvegin á Nólsoyarleiðini, men fer í døgunum 8. til og við 12. juni at røkja siglingina á Kalsoyarleiðini. Ternan kemur sum ætlað aftur á Nólsoyarleiðina mikudagin 13. juni.