Strandferðslan boðar frá, at Teistin hevur fingið tekniskar trupulleikar, og tí skal Ternan røkja Skopunarleiðina, meðan Silja Star røkir siglingina til Nólsoyar í dag. Ternan sigldi fyrsta túrin í morgun til Nólsoyar, men síðani hevur Teistin fingið tekniskar trupulleikar, og tí verður Ternan sett inn í siglingina millum Gomlurætt og Skopun.
Silja Star skal so røkja siglingina til Nólsoyar, og fyrsti túrurin verður tí klokkan 12.30 av Havnini.
Ikki er greitt í løtuni, hvussu leingi Teistin fer at liggja.