Teistin størri skaða

Ein vifta á generatorinum á Teistanum er farin, og tað er stórarbeiði at seta nýggja í aftur Strandfaraskipið Teistin hevur nú aftur tekniskt brek, og hesa ferð er tað meira álvarsligt.

Viftan í generatorinum, sum drívur skipið fram, er brotnað.

Generatorurin er sendur til Danmarkar til umvælingar, og gongur alt væl, kemur hann aftur fríggjadagin.

Neyðugt er at skera hol í dekkið fyri at seta generatorin í aftur, og klassin skal góðkenna skipið, áðrenn tað kann sigla aftur.

Strandferðslan sigur, at í fyrsta lagi fríggjakvøldið siglir Teistin aftur.

Nú siglir Ternan fyri Teistan, og Silja Star røkir nólsoyarsiglingina.