Teistin skal gagnnýtast betur

ta serligu Teista-nevndina. Henda nevndin skal arbeiða fyri, at Teistin verður gagnnýttur betur.

Hetta hendir eftir ein almennan fund í november í fjør, har endamálið var at øll sluppu at siga sína meining viðvíkjandi Teistanum og allar hansara manglum.
- Endamálið var eisini at koma fram til, hvussu Teistin kann tæna okkum betur, verður sagt á Sandoyarportalinum.
Á fundinum varð avtalað at allar kommunurnar í Sandoynni skuldu velja sítt umboð í hesa nevnd, sum skal arbeiða fyri at Teistin verður betri gagnnýttur enn hann er í dag. Alt arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við Strandferðsluna.
Upprunaliga var ætlanin, at nevndin skuldi hava sín fyrsta fund fyri jól, men tann fundurin hevur ikki verið enn. Mánakvøldið valdi Húsavík sítt umboð í nevndina.



Nevndin
Tey ið sita í nevndini eru hesi:
Sands kommuna: Poul Klementsen
Skopunar kommuna: Bjørk Hentze (varafólk Heiðrún Hansen)
Skálavíkar kommuna: Dánjal Jákup Jacobsen
Húsavíkar kommuna: Bødvar Hjartvarsson