Teistin siglur ov nógvar túrar

Ein orsøk til, at Teistin ikki at halda ferðaætlanina, er, at tað er ov stutt ímillum túrarnar

 

- Tað er ov stutt ímillum túrarnar!

Jóan Petur Abrahamsen, Rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at tað er ein orsøk til, at Teistin summar tíðir ikki klárar at halda ferðaætlanina.

 

Í dag gevur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, ilt av sær, tí tað er ólag á ferðaætlanini hjá Teistanum. Hann sigur, at ein túrur ímillum Skopun og Gomlurætt, sum plaga at taka 25 minuttir, tekur nú í heilum 40 minuttir at sigla.

 

Og tí spyr hann um tað passar, at manningin á Teistanum hevur fingið strong boð um at seta ferðina niður fyri at spara olju.

 

Tað avsannar rakstrarleiðarin staðiliga.

- Manningin á Teistanum hevur ikki fingið boð um at seta ferðina niður fyri at spara olju, staðfestir Jóan Petur Abrahamsen.

Hann sigur, at manningin á Teistanum hevur tvørturímóti fingið boð um at halda siglingartíðina, sum er 30 minuttir.

 

Hann sigur, at tá ið ferðaætlanin ikki heldur, er tað ikki, tí at Teistin slekkar av við vilja fyri at spara olju. Hann sigur, at orsøkin er, at tað er so stutt ímillum túrarnar, at viðhvørt, tá ið nógvir bilar eru, knípur at fáa stundir til at fáa allar bilar íland og at lasta skipið aftur, so at siglast kann til tíðina.

 

- Og tískil knípur tað at halda ferðaætlanina, leggur hann afturat.

 

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at manningin á Teistanum er nú farin at skráseta hvønn einasta túr hjá Teistanum út í æsir, so at tað verður skrivað upp, nær loyst varð, nær bilarnir koyrdu íland, og hvussu leingi tað tók at sigla.

 

- Skrásetingin vísir, at sjálv siglingartíðin liggur ímillum 28 og 31 minuttir, og tað er eftir ferðaætlanini.

 

Men rakstrarleiðarin sigur, at tá ið skrásetingin annars er liðug um ein mánað, hevur Strandferðslan eina nógv betri mynd av støðuni.  

 

Hann sigur somuleiðis, at Strandferðslan er eisini í ferð við at skráseta, hvussu nógv ferðafólk, hvussu nógvir bilar, og hvussu nógvur farmur er við á hvørjum einstøkum túri.

 

- Tá ið skrásetingin er liðug, fara vit at eftirmeta ferðaætlanina fyri at vita um tað ber til at leggja onkran túr, sum verður lítið og onki brúktur, burtur ímillum, so at vit kunnu sláa tríggjar túrar saman til tveir fyri at fáa luft í ferðaætlanina.

 

Rakstrarleiðarin sigur, at Strandferðslan er eisini bundin at altjóða avtalum um at avmarka orkunýtsluna sum mest. Tí leggur Strandferðslan um til led-perur og skiftir motorar og skipanir út við tað, sum sparir orki.

 

- Tí er tað heldur onki endamál at seta ferðina upp fyri at toga seinkingar inn aftur. Tá ið Teistin siglur ein túr ímillum Skopun og Gomlurætt upp á 30 minuttir, brúkar hann 46 litrar av olju. Men skulu vit spara bara fimm minuttir, og sigla hann upp á 25 minuttir ístaðin, brúkar hann 86 litrar av olju, ella næstan tvær ferðir so nógv.

 

Tí royna vit at halda siglingartíðina upp á 30 minuttir, men royna samstundis at finna og skráseta orsøkirnar til at báturin er seinkaður við tí endamáli at bøta um tað, sigur Jóan Petur Abrahamsen.