Teistin siglir neyvan í dag

Smyril fer av Havnini nú klokkan 13, og hetta verður einasti og seinasti túrur um Suðuroyarfjørð í dag. Strandfaraskipið Teistin hevur ikki siglt í dag. Skipið liggur í Skopun, og Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, væntar ikki, at Teistin loysir í dag, nú veðurvánirnar fyri seinnapartin og teir nógvu næstu tímarnar annars eru so vánaligar.

Jens Petur Brattalíð sigur, at Smyril, sum ætlandi skuldi fara av Havnini klokkan 9.30 í morgun, í staðin fer av Havnini nú klokkan 13.

- Hetta verður einasti og seinasti túrurin hjá Smyrli í dag, og í løtuni kunnu vit einki siga um, hvussu verður við fyrsta túri av Krambatanga í morgin, sigur ferðslusamskiparin.