Sandoyarsiglingin
Hóast semja nú er gjørd um lønina hjá yvirmonnunum á Teistanum, mugu sandoyingar brynja seg við toli í eina tíð afturat.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hóast øll viðurskifti nú eru greið, fer tað at taka eina viku, ella átta dagar, at gera Teistan kláran at fara í sgiling.
Men tað eru ikki viðurskifti, sum Strandferðslan hevur ávirkan á, sum gera, at Teistin ikki kann fara í sigling beinanvegin.
? Beinanvegin, semjan var ð gjørd, góvu vit boð boð um at fara undir arbeiðið at fyrireika Teistan til at fara í sigling.
Men áðrenn hann kann setast í rutu, er tað neyðugt at manningin hevur bjargingarroyndir umborð, umframt at annað arbeiðið eisini skal gerast.
? Hetta eru krøv, sum Skipasýnið setir, skulu gerast, áðrenn Teistin fer í sigling og tað tekur einar sjey, átta dagar at fáa alt tað frá hondini.
Sostatt fer tað ikki at eydnast at fáa Teistan í sigling til Sandoyarstevnuna, sum verður nú um vikuskiftið.
Stóran týdning
Annars fegnast strandferðslustjórin stórliga um, at tað loksins eydnaðist at fáa semju um Teistan.
? Støðan var ótolandi so tað er gleðiligt, at semja nú er fingin, sigur hann.
Og hóast tað er synd at siga, at tað gekk eftir vild við Teistanum, er tað tó í hvussu so er ein tíðarætlan hjá Strandferðsluni, sum helt.
Og tað er at fáa Teistan í sigling í góðari tíð mitt í summar, áðrenn vetur kemur.
Júst tað er Reidar Nónfjall ógvuliga fegin um, tí hann sigur, at tað hevur avbera stóran týdning.
? Skipið er nýtt og hevur nógva, nýggja, tekniska útgerð. Hóast manningin hevur havt eitt sindur av venjing, hevur tað sera stóran týdning, at manningin fær dygga venjing í at sigla skipið, nú ímeðan veðrið er gott.
Hann sigur, at farleiðin ímillum Gomlu Rætt og Skopun er skrásett sum opið hav.
? Tá ið tað rekur harðast, rekur eini 11 míl í Hestfirði. Er so harafturat stormur, alda og myrkt, hevur tað stóran týdning, at manningin er fullkomiliga trygg við skipið.
? Og nú semja er fingin um Teistan, ber tað til hjá manningini at fáa tað neyðugu venjingina í at sigla skipið, ímeðan veðrið enn er gott. Og tað hevur stóran týdning fyri trygdina, sigur stjórin á Strandferðsluni.