Teistin og Ternan avlýsa í kvøld

Veðrið ávirkar strandfaraskipini í kvøld

Strandferðslan skrivar á heimasíðuni í dag, at ringa veðrið fer at viðføra, at skip avlýsa túrar í kvøld. Strandferðslan skrivar, at fyri veður siglir Teistin seinasta túrin av Skopun kl 18:35 og kl. 20:00 av Gomlurætt í kvøld.

 

 

 

Somuleiðis verður skrivað, at fyri veður siglir Ternan ikki túrarnir av Havnini kl. 22:00 og úr Nólsoy kl. 22:20 í kvøld. Strandferðslan sigur eisini, at fyri veður og trygdararbeiði, verður túrurin í Hest kl. 14:30 í dag ikki sigldur. Teistin siglir um Hest túrin av Skopun kl. 12:30 í dag.

 

 

 

Og at enda ávirkar tað eisini bussleiðir. Tì Strandferðslan skrivar, at fyri veður koyra bygdaleiðir í Sundalagnum ikki meir í dag.