Teistin og Smyril avlýsa túrar í kvøld

Av tí at veðurstøðirnar siga frá ringum veðri í kvøld, hava Strandfaraskip Landsins valt av alýsa túrarnar hjá Teistanum í kvøld. 

 

Seinastu túrur úr Skopun verður tí klokkan 18.35 og av Gomlurætt klokkan 20.

 

Smyril siglir heldur ikki í kvøld, men tað er ikki vegna illveður. Strandferðslan upplýsir at viðlíkahald skal gerast umborð á skipinum. Tí siglir hann ikki túrarnar av Krambatanga klokkan 16 og úr Havnini klokkan 19.