Strandfaraskipið Teistin skuldi eftir røttum komið aftur i sigling í dag, men skipasmiðjan Mest boðaði Strandferðsluni frá, at ikki bar til at gera arbeiðið liðugt so skjótt.
Teistin verður klárur í næstu viku, sigur Mest.
Mest kunnaði Strandferðsluna í hinari vikuni um, at skamlop var komið í elmotorin til bógskrúvuna. Mett varð tá, at hetta fór at seinka Teistanum eina viku. Staðfestast má nú, at arbeiðið við at umvinda og umvæla elmotorin til bógskrúvuna hevur tikið longri tíð, enn mett varð í fyrsta umfari. Elmotorurin er nú umvældur, ísettur og skal royndarkoyrast.
Seinkanin hevur við sær, at aðrar royndir ikki enn hava kunnað verið gjørdar til fulnar, og eisini hevur tað verið ein størri avbjóðing enn væntað at samankoyra ymsu teknisku eindirnar.
Strandferðslan hevur eftir avtalu við Vinnumálaráðið avgjørt, at Teistin fer ikki í vetrarsigling sum ætlað, men fer at halda fram at sigla eftir summarferðaætlan.
Hetta merkir, at túrarnir klokkan 20.15 av Skopun og 21.00 av Gomlurætt verða sigldir alt árið.
Ternan fer tískil komandi dagarnar at røkja leiðina, og Silja Star røkir Nólsoyarleiðina.