Teistin framhaldandi tilbúgvingarskip

Í samráð við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, gjørt av, at Teistin framhaldandi skal røkja sjúkraflutningin um Skopunarfjørð í samband við tilbúgving. Nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Strandfaraskip Landsins og Landssjúkrahúsið um flutningstænastu í samband við tilbúgving úr Skopun og Hesti til Gomlurætt uttanfyri ferðaætlan.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at Teistin hevur røkt uppgávuna væl í fleiri ár og tað er hansara greiða fatan, at sandoyingar og hestmenn hava kent seg tryggar við hesa tænastuna. Tí hevur ynskið verið, at Teistin framhaldandi skal verða álitið í tilbúgvingarstøðu.

Sambært avtaluni hevur Strandfaraskip Landsins ábyrgd av at veita flutning av sjúklingum við M/F Teistanum úr Skopun og Hesti til Gomlurætt uttanfyri ferðaætlan. SL bindir seg at hava skipara og manning tøka til henda flutning, eisini í tíðarskeiðum tá ongin sigling annars er.