Nú skal gerast okkurt munagott, soleiðis at sleppast kann undan fleiri tekniskum trupulleikum hjá Sandoyarferjuni Teistin.
Í øllum førum hevur Vinnumálaráðið lagt uppskot fyri ting, um at játta pening til tað tey nevna uppstigan ella umvæling av Teistanum.
Hetta er ikki minst orsakað av tí, at Teistin heilt frá byrjan hevur havt tekniskar trupulleikar, soleiðis at túrar hava verið niðurlagdir til stóran ampa og irritasjón fyri fólkið á Sandoynni.
Í 2011 vóru trupulleikarnir vaksandi, og tí varð ein umfatandi kanning gjørd av tøknini umborð. Her var komið fram á ymiskar størri og smærri vansar, serliga við generator-settunum.
Sambært lógartekstinum kann kostnaðurin av hesum umvælingum í mesta lagi gerast 17,5 milliónir krónur. Sagt verður, at í rakstrarkarminum hjá Strandferðsluni vóru áður avsettar 3,5 milliónir krónur til dokking av Teistanum í ár. Hesar útreiðslur eru umframt tær 17,5 mió í hesum uppskotinum.
Uppskotið til løgtingslóg um umvæling av Teistanum kemur til 1. viðgerð mikudagin.