Teistin bíðar nakrar tímar

Túrurin av Skopun klokkan 18.30 varð av ongum, men ein roynd verður gjørd aftur seinni í kvøld

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at manningin umborð á Teistanum ikki helt tað vera ráðiligt at loysa frá landi, tá siglast skuldi av Skopun klokkan 18.30 í kvøld.

 

Tað er tó ikki vist, at skipið verður lagt fyri alt kvøld, sigur Jens Petur.

 

- Sum støðan er nú, so verður ein roynd gjørd aftur klokkan 22.30. Og viðrar tá, so verður eisini siglt av aftur Gomlurætt klokkan 23.05, sigur Jens Petur Brattalíð.