Teistin avlýsir aftur í kvøld

Ringa veðrið í gjárkvøldið darvaði samferðsluna nógv og í gjár avlýsti millum annað Teistin síðstu túrarnar til Sands.

 

Hann boðar frá stormi aftur í kvøld og tískil hevur Strandferðslan valt longu nú at avlýsa síðstu túrarnar til Sands. Síðsta fráferð úr Skopun verður tí klokkan 20.15 og av Gomlurætt klokkan 21.00