Teistin

Opin spurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann

At ein meira ella minni álvarsamur tekniskur feilur er gjørdur í sambandi við byggingina av strandfaraskipinum "Teistanum", kann eingin longur vera í iva um. Skipið, sum er nýtt, lá inni á Skála í fýra mánaðar í summar, og minni enn tveir mánaðar eftir, at tað aftur er farið í sigling, eru enn einaferð boð eftir einum avloysaraskipi, tí Teistin hevur tekniskt brek.
Eg havi fyrr sett landsstýrismanninum í samferðslumálum spurningar hesum viðvíkjandi í bløðunum, men fekk ta ferðina einki svar. Eg fari tí at royna aftur við hesum spurningunum:

1.Hvør var orsøkin til, at Teistin var so leingi úr sigling í summar, og hvør er orsøkin til, at skipið aftur nú varð tikið úr sigling ?
2.Eru tey teknisku brekini við Teistanum av slíkum slag, at sandoyingar og aðrir brúkarar av rutuni eisini í framtíðini skulu rokna við einum óálítandi ferðasambandi?