- Borgarstjórarnir í Sandoynni hava nú í felag heitt á Strandfaraskip Landsins og landsstýrismannin á økinum um at fáa skil á raðfestingarnar hjá SSL og tryggja okkum, at farleiðin um Skopunarfjørð kann lítast á.
Hesum tekur Teistanevnin, sum kommunurnar í Sandoynni hava valt, fult undir við og stuðlar. Endamálið við nevndini er støðugt at royna at betra um farleiðina, sum Sandoyggin hevur við meginøkið.
- Vit halda, at SSL eigur at brúka mongu seinkingarnar seinastu tíðina sum høvi at endurskoða prinsippini, tí hjartamálið hjá stovninum má vera, at ferðaætlanin heldur.
Teistanevndin ivast onga løtu í, at manningin manningin á Teistanum hevur úr at gera fyri tíðina. Nógvir stórir bilar, nógvir summargestir – og so alt tað fasta afturat. Sandoyingar, sum pendla, gera ørindi, fylgja børnum, ja, skulu liva sítt mobila lív.
- Hóast teir umborð stúva Teistan væl, so er tað verri enn so altíð, at tað eydnast at fáa allar bilarnar við. Mangan tekur øll stúvingin meira tíð, enn sett er av til hetta arbeiðið.
Sandoyingar halda, at prinsippið hjá SSL í slíkum støðum eigur at vera púra einfalt - at ferðaætlanin skal haldast. Minuttir, sum eru neyðugir at brúka eyka til at stúva bildekkið - og tað ger manningin so skjótt, tað yvirhøvur ber til, skal sigast - skulu takast innaftur í siglitíðini.
- Vit halda, at SSL eigur at seta alla æru í at halda ferðaætlanina, eisini um tað viðhvørt merkir eyka oljunýtslu. Tað er at virða tey ferðandi. Men, signalini frá SSL benda á eina heilt aðra fatan av, hvat er týdningarmikið.
Teistanevndin visir á tað, sum umboð fyri SSL hava sagt um, at Teistin siglir ov nógvar túrar. Men, hvussu kann man siga, at ov nógv verður siglt, tá bilar standa og bíða upp í tímar?
- Tað hevði verið rættari at sagt, at Teistin siglir ov fáar túrar, og at Teistin siglir ov seint í mun til ferðaætlanina!
Teistanevndin fegnast um, at tørvurin á flutningi - til tíðina - økist í Sandoynni, og væntandi er ikki, at hann fer at minka, til tunnilin kemur í 2021.
- SSL má nøkta tørvin, ið er, og bert fokusera upp á broytingar, ið betra um tænastu og regularitet. At frakta fólk, bilar og farm til tíðina má vera hjartamálið hjá SSL, verður lagt aftrat.