Teisin avlýsir vegna veður

Ringa veðrið, sum í gjár órógvaði suðuroyarsiglingina, órógvar í dag siglingina hjá Teistanum millum Gomlu Rætt og Skopun.

 

Strandferðslan boðar í morgun frá, at Teistin ikki siglir túrin av Skopun klokkan 10:30 og 12:30 og av Gomlurætt kl. 11:15 og 13:15 í dag.

 

 

– Men Teistin siglir av Skopun kl. 14:00 í dag, sigur Strandferðslan.