Teis Horn Rasmussen avrikaði enn einaferð framúr væl fyri lið sít, Follo í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Teis gjørdist toppskjútti við átta málum, og var valdur til besta leikaran, tá Follo á útivølli vann stórsigur 40-27 (23-15) á Nøtterøy á útivølli.
Tað er eitt sera spennandi uppflytingarstríð í deildini nú trý umfør eru eftir. Viking TIL er oddalið við 38 stigum, Sandefjord og Bergen hava 37 stig, og Follo hevur 35 stig. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðið sum endar á triðja plássinum spælir uppflytingardystir móti liði úr bestu deildini.
Komandi sunnudag tekur Follo móti Charlottenlund á heimavølli. Follo má vinna teir dystirnar sum eru eftir og vóna, at kappingarneytarnir snáva.
Seinasta leikdagin í grundspælinum 10. mai tekur Follo móti Viking TIF á heimavølli í einum dysti, ið kann vísa seg at blíva sera avgerandi.