Teis var toppskjútti hjá Tønder í dag

Tønder tapti torføran útidyst, men tað hilnaðist væl hjá føroyska landsliðsspælaranum

Í dag var eitt føroyingalið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Tønder høvdu torføran útidyst móti Grindsted.

 

Heimaliðið vann dystin 33-28. Í steðginum var Grindsted á odda 16-14.

 

Hóast tapið gekk persónliga væl hjá føroyska landsliðsspælaranum, Teis Horn Rasmussen sum gjørdist toppskjútti hjá Tønder saman við Kristoffer Vestergaard við seks málum.

 

Komandi mikukvøld spælir Tønder á útivølli móti FIF. 

 

STØÐAN: 

 

Nr.LIÐ:DystirStig
1HC Midtjylland1731
2HØJ 1626
3Grindsted GIF 1826
4Team Sydhavsøerne1725
5IK Skovbakken1717
6Odder 1816
7Ajax 1715
8TM Tønder1714
9HEI Skæring1614
10Otterup HK1714
11Vendsyssel1811
12FIF1611
13Roskilde1711
14HC Odense177