- Tað var kaos ta seinastu løtuna. Soleiðis greiðir verjubrandurin, Teis Horn Rasmussen frá um seinastu løtuna, tá føroyska U21 landsliðið hálaði heim ein 28-27 HM-sigur á Suðurkorea heim, og er nú á fýra stigum í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Teis Horn Rasmussen aftaná minniliga sigurin á Suðurkorea.
Teis Horn Rasmussen var bilsin av, at Suðurkorea hevði eitt annað lið við dystarbyrjan enn teir høvdu í fyrsta dystinum ímóti Noregi.