Teis og Sjúrður vunnu á Leivi

Tønder vann sera týdningarmiklan sigur í niðurflytingarstríðnum

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Leivur Mortensen og Odder tóku móti Teis Horn Rasmussen, Sjúrði Olsen og hinum í Tønder.

 

Tønder vann ein rættiliga greiðan 33-28 sigur, og fekk tvey sera týdningarmikil stig til høldar. 

 

Teis Horn Rasmussen skoraði seks mál fyri Tønder í dag. Leivur Mortensen skoraði eitt mál fyri Odder.

 

Rói Berg Hansen var ikki við HØJ í dag, ið tapti greitt 30-36 (14-16) fyri Skovbakken á útivølli. 

 

22. mars verður føroyingauppgerð í Odder, tá Leivur og liðfelagarnir taka móti Brandi Halgirssyni og hinum hjá Ajax. 

 

Tønder spælir aftur dyst sunnudagin 26. mars. Tá kemur Skovbakken á vitjan í Tønder.

 

STØÐAN: 

 

Nr.Lið: DystirStig
1HC Midtjylland2342
2Team Sydhavsøerne2331
3Grindsted GIF2330
4HØJ 2330
5IK Skovbakken2326
6Otterup HK2324
7Ajax 2221
8TM Tønder2320
9HEI, Skæring2318
10Odder 2218
11FIF2216
12Roskilde2115
13Vendsyssel2313
14HC Odense2212