Teis og liðfelagarnir í Follo gjørdust akkurát ov stuttir

Follo koppaði oddaliðnum í seinasta umfarinum í grundspælinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í kvøld

Í kvøld var seinasta umfarið leikt í grundspælinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir blivu akkurát ov stuttir til at knógva eitt triðja pláss heim, ið hevði givið uppflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini.

 

Men staðfestast má, at Teis og liðfelagarnir endaðu kappingarárið í stórum stíli, tá teir á heimavølli sigraðu 34-32 (19-15) á deildarvinnarunum, Viking TIF á heimavølli.

 

Teis gjørdist saman við Tobias S. Hansen toppskjútti hjá Follo við seks málum. 

 

Follo endar á fjórða plássinum við 40 stigum, einum stigi færri enn Sandefjord.

 

Komandi kappingarár fer Teis at spæla við HC Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Sandefjord vann á heimavølli á hinum føroyingaliðnum, Ryger Stavanger á heimavølli.

 

Tað var annars Ryger sum var á odda 19-18 í steðginum, men í seinna hálvleiki var Sandefjord greitt omaná og vann dystin 34-28. 

 

Tróndur skoraði tvey mál, legði upp til fýra mál og vann eitt brotskast til Ryger. 

 

Ryger endaði á fimta plássinum við 30 stigum. 

 

Komandi kappingarár fer Tróndur at spæla við Kristiansand í bestu deildini í Noregi.