Teis og Follo vunnu greiðan sigur á útivølli

Follo er nummar fýra í næstbestu deildini við sama stigatali sum nummar tvey og trý

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo spældu í dag á útivølli móti Charlottenlund í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Follo vann ein greiðan 32-22 sigur. Grundin var løgd við einum framúr góðum avriki í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Follo á odda 17-9.

 

Teis skoraði fýra mál fyri Follo í dag.

 

Follo er nummar fýra í deildini við 16 stigum, sama stigatali sum Sandefjord og Bergen. Viking TIF er fremst við 20 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Follo móti Melhus á heimavølli.