- Hetta var mótbrekka. Hetta ásannar Teis Horn Rasmussen aftaná 23-32 HM-tapið ímóti Ungarn, sum merkir, at Føroyar gerast nummar fýra í bólki A, og skulu spæla HM-áttandapartsfinalu ímóti Fraklandi, mikudagin klokkan 14.
Teis Horn Rasmussen, sum fekk tríggjar útvísingar er ikki samdur við aðru og triðju útvísingini, sum brasilsku dómararnir góvu honum. Hann skilur heldur ikki hví tungir ungarar duttu so lætt ímóti teimum løttu føroyingunum.
Nú gleðir Teis Horn Rasmussen seg til áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi mikudagin: - Tvey stig til Føroyar, sigur Teis við einum smíli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við Teis Horn Rasmussen aftaná 23-32 tapið ímóti Ungarn.